Jóannes og Brandur norskir steypavinnarar

Jóannes og Brandur norskir steypavinnarar
Bæði Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen skoraðu í brotssparkskappingini, sum Fredrikstad vann ímóti Molde í norsku steypafinaluni í fótbólti
 
07.12.2024 - 18:08

Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson Olsen fingu báðir stóran leiklut, tá Fredrikstad vann norsku steypafinaluna í fótbólti ímóti Molde.

Teir skoraðu báðir í brotssparkskappingini, sum skuldi til, eftir 120 málleysar minuttir á Ullevaal í Oslo.

Jóannes Bjartalíð byrjaði inni, og Brandur Hendriksson Olsen varð skiftur inn í longdu leiktíðini. Við sigrinum hevur Fredrikstad tryggjað sær evropeiskan fótbólt næsta ár, men tað er longu nú greitt, at tað verður uttan Brand Hendriksson Olsen, sum ikki fær longt sín sáttmála.

Tað var fyrrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, sum leiddi Fredrikstad til uppflyting í fjør, og hansara avrik var somikið gott, at svenska stórfelagið AIK Stockholm fór avstað við honum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV