- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størri útreiðslur til MR-skannaran í Klaksvík
Størri útreiðslur til MR-skannaran í Klaksvík
Stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi sigur, at hetta vistu tey, tá sjúkrahúsið fekk skannaran
03.12.2024 - 08:07
Klaksvíkar sjúkrahús fær tvær mió. kr. í játtan til rakstur av MR-skannaranum í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.
Av hesum eru 1,2 mió. kr. bundnar til lønir, og harumframt koma meirútreiðslur til nýtsluvørur, streym og annað.
Tað sæst í skjali til fíggjarnevndina.
Klaksvíkar sjúkrahús hevur upplýst fyri Heilsumálaráðnum, at øktu útreiðslurnar í sambandi við MR-skannaran eru 250 tús. kr. til nýtsluvørur, 350 tús. kr. í meirútreiðslum til streym og 300 tús. kr. í tænastuavtalum við veitaran.
- Hetta vistu vit av, tá vit fingu skannaran, sigur Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar sjúkrahúsi:
03122024_Skannari_i_Klaksvik
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV