Tórður á túri umborð á sluppini Jóhonnu TG 326

Tórður á túri umborð á sluppini Jóhonnu TG 326
Sluppin Jóhanna er ein býarmynd í Vági, har hon hevur verið heimahoyrandi í samfull 124 ár
Jóhanna í heimstaðnum Vágur
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
02.12.2024 - 12:04

Tað er ikki so løgið, at sluppin Jóhanna er ein býarmynd í Vági, tí her hevur hon havt heimstað í samfull 124 ár.

Jóhanna hevði sama eigara frá 1896 til Felagið Jóhanna TG 326 við Ova Mikkelsen á odda varð stovnað og setti hana í stand.

Sluppin varð smíðað í Suðuronglandi fyri 136 árum síðani.

 

Eldsálin í Jóhonnu

Nú er tað Guðmundur Kárason Jacobsen, sum er eldsálin í Jóhonnu, og øll eru á einum máli um, at hann eigur lívið í sluppini í Vági.

Hann er sjálvur skipstimbrari, umframt at hann er stjóri á Vágs Skipasmiðju og formaður í Felagnum Jóhonnu TG 326.

Sjálvur sigur Guðmundur, at allar eldsálirnar hava avgerðandi týdning.


Feðgarnir, Guðmundur og Pál Jacobsen (Mynd: Tórður Mikkelsen)

 

Bara ein skipstimbraralærlingur

Meðan vit vitja á Vágs Skipasmiðju verður Jóhanna tikin upp á sleipistøð. Hon skal gerast klár til siglingina í summar. 

Roknað verður við, at Jóhanna skal standa uppi í 14 dagar í minsta lagi. Og á skipasmiðjuni vóna teir turt veður, tí tað er neyðugt tá skip verður kalfatrað. 

Sonur Guðmund, Pál Guðmundsson Jacobsen, er spentur at fara at kanna botnin á Jóhonnu saman við pápanum. Páll lærir til skipstimbrara, og hann er tann einasti í Føroyum sum er. Hann vónar, at onkur lærlingur kemur afturat.

Bjarni Brattaberg og Hans í Líðini eru millum teir hjástøddu, tá Jóhanna verður tikin upp. Teir hava mangan brattan farið við sluppini. Báðir hava verið skiparar mangan túrin, og í sendingini greiða teir frá minniligum túrum við sluppini millum lond.

 

Jóhanna skuldi søkkjast

Arni Dahl var millum stigtakararnar at varðveita Jóhonnu, ið skuldi søkkjast. Men í evstu løtu varð felag sett á stovn og stigtakararnir fingu Ova Mikkelsen, sála, at standa fyri.

Arni Dahl hevur av sínum eintingum goymt alt tað gamla skjalatilfarið frá reiðaravirkseminum hjá forfedrunum á Gørðunum. Tað er á loftinum, har kona Arna hevur Toystovuna í Vági.

Vágbingurin Óli Petersen, sum var við á stóru flaggsiglingini seinasta summar, sigur, at Jóhanna hevur ómetaligan týdning fyri Vág.

Hann harmast tó um, at áhugin ikki er størri millum tey ungu. Kortini verða tiltøk gjørd fyri at skapa áhuga millum tey ungu. M.a. verða pitsatúrar gjørdir við sluppini um summarið.

Her eru myndir, ið eru tiknar í sambandi við sendingina "Við Tórði á túri um Jóhonnu TG 326", sum fyrstu ferð varð sendur 16. mars 2020. 

 

 

Hvat: Við Tórði á túri
Hvar: í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadagar kl. 17.05, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

Hoyr sendingina um Jóhonnu TG 326 HER:

1358230

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185882
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736