- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hoyringarfreistin verður longd
Hoyringarfreistin verður longd
Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið um Suðuroyartunnilin er longd til 12. desember
02.12.2024 - 15:17
Hoyringarfreistin til uppskotið um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum er longd til 12. desember 2024.
Tað boðar Løgmansskrivstovan frá.
Løgmaður hevur áður sagt, at sandoyingar skulu fáa longri hoyringarfreist, tí at har er ætlanin at hava borgarafund um málið.
Nú boðar løgmansskrivstovan frá, at freistin, sum var 6. desember, verður longd til 12. desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV