- Tíðindi, mentan og ítróttur
Næstformaðurin: Máar støðið undan nevndini
Árni Skaale, løgtingsmaður, kærdi Dennis Holm, landsstýrismann, til landsstýrismálanevndina í mai fyri at hava latið 35.000 tons av svartkjaftakvotuni.
Nú hevur landsstýrismálanevndin gjørt at av keypa sær uttanhýsis niðurstøðu, fyri ikki at skapa meira øsing um nevndina eftir málið um Ingilín D. Strøm.
Bárður á Steig Nielsen, nevndarlimur, heldur hetta vera púra burturvið.
Tað máar støðið undan nevndini, sigur hann.
Johnhard Klettheyggj, stjóri á løgtingsskrivstovuni.
Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, hevur seinni skrivað eina frágreiðing til formansskapin í løgtinginum, har hann heldur, at meirilutin í landsstýrismálanevndini - í samband við viðgerðina av málinum um Ingilín D. Strøm - ikki hevur álit á umsitingin í løgtinginum.
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Sí innslag í Degi og viku og samrøðu við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, sum var gestur í sjónvarpsstovuni: