- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta at síggja veruliga talið, tá ið lógin hevur virkað í eitt ár
Vænta at síggja veruliga talið, tá ið lógin hevur virkað í eitt ár
Uppskot um, at kommunurnar skulu fáa allan skattin av húsaleigu, er farið til hoyringar
24.01.2025 - 13:34
- 1,7 milliónir krónur ljóðar kanska ikki av tí nógva, men vit fara at síggja tað veruliga talið, tá ið lógarbroytingin hevur virkað í eitt ár.
Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, nú uppskot er sent til ummælis, at allur skattur av húsaleigu skal í kommunukassarnar.
Lógarbroytingin kostar landskassanum 1,7 milliónir um árið.
Verður uppskotið samtykt, skal lógin koma í gildi 1. januar 2024, so tað verður galdandi fyri farna skattaár at rokna.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
24012025_Husaleiiga_Tobbi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV