Menniskjað, ikki vitlíki

Menniskjað, ikki vitlíki
Menniskjað, og ikki vitlíki, skulu taka avgerðina um kjarnorkuvápn møguliga skulu brúkast
 
17.11.2024 - 12:34

Tað eru amerikanski forsetin Joe Biden og kinesiski forsetin Xi Jinping vorðnir samdir um. Biden og Xi hittust í gjár á toppfundi í Lima í Peru í búskaparliga samstarvsfelagsskapinum fyri londini í Kyrrahavi og Asia, - APEC.

- Leiðararnir løgdu dent á, at tað er neyðugt, at menniskjað varðveitir tamarhaldið á avgerðum um at brúka kjarnorkuvápn, stendur í fráboðan frá Hvítu húsunum í gjár.

- Teir báðir leiðararnir viðgjørdu eisini, hvussu týdningarmikið tað er at meta neyvt um møguligan vanda og at menna vitlíkis-tøkni á hernaðarøkinum við varðsemi og ábyrgd, skriva Hvítu húsini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856