Eingin vinnur eitt tollkríggj

Eingin vinnur eitt tollkríggj
- Eingin vinnari er í handilskríggi ella í tollkríggi, skrivar kinesiski leiðarin Xi Jinping í grein
 
14.04.2025 - 09:08

Almennir miðlar í Vjetnam og Kina hava prentað greinina undan vitjanini hjá honum í fleiri londum í landsynnings Asia í hesi vikuni. Í greinini skrivar hann eisini, at Kina og Vjetnam kunnu greiða ósemjur um krøv um havøki í suður Kinahavi við samráðingum.

Xi kom til vjetnamesiska høvuðsstaðin Hanoi tíðliga í morgun. Ferðin til landsynnings Asia er fyrsta almenna ferðin hjá forsetanum í ár, skrivar kinesiska tíðindastovan Xinhua. Xi skal eisini vitja í Malaysia og Kambodja. 

Høvuðsendamálið við ferðini er at styrkja handilssambondini í økinum, og at finna loysnir, sum svara aftur høga tollinum, sum amerikanski forsetin Donald Trump hevur sett í gildi, skrivar Xinhua.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791