- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fundur á høgum stigi millum USA og Iran

Hetta er fyrstu ferð í nógv ár, at samtalur eru millum londini bæði á so høgum stigi. Ein sendinevnd úr Iran er á veg til Oman, har samtalurnar skulu vera, skriva almennir miðlar.
Amerikanski forsetin Donald Trump hevur hótt við hernaðarligum tiltøkum, um ikki partarnir semjast um nýggja avtalu. Kjarnorkuavtalan við Iran var brotin í 2018, tá ið Donald Trump sjálvur tók USA úr avtaluni.
Sendifólkið hjá Trump, Steve Withoff, og iranski uttanríkisráðharrin Abbas Araghchi skulu leiða samtalurnar, sum eru fyri afturlatnum hurðum í Muscat, sum er høvuðsstaður í grannalandinum hjá Iran, Oman.
- Eg vil hava Iran at vera eitt fantastiskt og eydnuríkt land. Men tað kann ikki hava kjarnorkuvápn, segði Trump fyri nøkrum tímum síðani.
Hvørja tign samtalurnar hava, er ikki váttað, - USA sigur samráðingar, meðan Iran tvíheldur um, at hetta er eitt millumlið.