Føroyar væl fyri til landsdystin móti Ukraina

Føroyar væl fyri til landsdystin móti Ukraina
Hýrurin er góður, allir mans eru tøkir og fyrireikingarnar til dystin í morgin ganga væl, sigur Hjalti Mohr Jacobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum í manshondbólti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2024 - 18:36

Føroyska A-landsliðið í manshondbólti spælir í morgin á útivølli móti Ukraina. Eftir 32-21 sigurin á heimavølli móti Kosovo mikukvøldið er hýrurin í føroyska hópinum góður, allir mans eru tøkir og fyrireikingarnar til dystin í morgin ganga væl.

Vegna kríggið verður dysturin spældur í høvuðsstaðnum í Litava, Vilnius. Landsdysturin byrjar klokkan 13, føroyska tíð. Sjónvarpið vísir dystin, og vit byrja at senda klokkan 12:30.

Hoyr samrøðu við Hjalta Mohr Jacobsen, hjálparvenjara hjá føroyska A-landsliðnum í manshondbólti:

Hjalti_M_Jacobsen_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117