- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar stóðu royndina eftir góðan seinna hálvleik
Føroyar livdu upp til favorittheitið ímóti Kosovo við sannførandi sigri í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum samstundis var hin seinasti í Høllini á Hálsi í Havn.
Óli Mittún fekk fólkið upp úr stólunum við flottum gjøgnumbrotum og knøppum skotum útifrá, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu tók við ábyrgdini sum dirigentur fyri føroyska álopsorkestrinum, sum fleiri ferðir ljómaði.
Rusturin skuldi bankast av
Tey mongu viðhaldsfólkini, sum møttu tíðliga fyri at tryggja sær eitt gott pláss, máttu kortini bíða eitt sindur eftir stórspælinum.
Føroyingarnir fingu ikki glið á fyrstu løtuna, sum var merkt av tekniskum villum, skeivum avgerðum og misnýttum kjansum. Hinvegin stóð verjan væl, meðan Pauli Jacobsen vísti ábyrgd og spældi ein av sínum bestu landsdystum yvirhøvur.
Tí gekk javnt á, men ímóti endanum av fyrra hálvleiki, fingu føroyingarnir fýra skjót mál og fóru frá 9-9 upp á 13-9, og so hómaðist hvønn veg tað bar.
Óli ikki til at steðga
Føroyingarnir lótu als ongan iva vera um, at teir ætlaðu sær sigurin. Tað gingu bert sjey minuttir av seinna hálvleiki, og so var støðan 19-11.
Føroysku álopsessini fóru nú at vísa síni kynstur, og viðhaldsfólkini fingu bæði gjøgnumbrot, hegnislig innspøl til strikuna og so ein flúgvara frá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu til Vilhelm Poulsen, sum takkaði fyri.
Óli Mittún segði farvæl við høllina á Hálsi við manér. Føroysku hondbóltslandsliðini hava havt sín heimavøll har í fleiri áratíggju, og tí var hóskandi við flottum svanasongi við kvika bakkinum sum solisti.
Ferð eftir ferð bjóðaði fótfimi hoyvíkingurin av - væl stuðlaður av eldra systkinabarninum - og stóru verjuspælararnir á útiliðnum vóru um ein háls.
Tá Hákun West av Teigum skeyt síðsta málið í dystinum beint fyri leiklok stóð 32-21 á máltalvuni, og Føroyar eru oddalið í bólkinum - í hvussu er til eftir dystin millum Holland og Ukraina í annaðkvøld.
Takklaðu favorittheitið - nú skulu teir vinna á útivølli
Væntanir og krøv til manslandsliðið vaksa alsamt, men mikukvøldið stóðu teir favorittroyndini - um ikki til UG - so kortini rættiliga sannførandi.
Nú er málið at vinna á útivølli, har avrikini sjáldan hava verið góð. Fyri tveimum árum síðan máttu føroyingarnir lúta fyri Ukraina, sum orsaka av krígnum, tók ímóti í Týsklandi.
Hesa ferð verður dysturin spældur í Litava, og fær Føroyar tvey stig afturat teimum báðum, sum komu á bók mikukvøldið, hómast nýtt EM-endaspæl.
Høllin á Hálsi (EM-undankapping, 1. umfar)
Føroyar - Kosovo, 32-21 (13-9)
Føroysku málskjúttarnir: Óli Mittún 8, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Hákun West av Teigum 6, Teis Horn Rasmussen 5, Rói Berg Hansen 3, Pætur Mikkjalson 1, Vilhelm Poulsen 1, Tróndur Mikkelsen 1