Bundesliga: Hákun omaná í føroyingauppgerð

Bundesliga: Hákun omaná í føroyingauppgerð
Bæði Hákun West av Teigum og Elias Ellefsen á Skipagøtu spældu og skutu mál, tá Füchse Berlin smurdi THW Kiel av í Max-Schmeling-Halle
Hákun West av Teigum skeyt trý mál upp á fýra royndir í sigrinum á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel
Mynd: Füchse Berlin  
 
03.11.2024 - 16:07

Tað vóru Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin, sum vunnu sannførandi á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel í Max-Schmeling-Halle seinnapartin.

Føroyski stjørnuvongurin skeyt trý mál í 35-26 heimasigrinum, meðan spælskiparin í svørtum og hvítum, sum tykist vera komin fyri seg eftir skaðan, sum hevur darvað í seinastuni, skoraði tvær ferðir fyri Kiel. 

Dysturin var javnur fyri steðgin, men í seinna hálvleiki fóru berlinrevarnir undan - sum ikki einaferð við Mathiasi Gidsel á odda. Danin skeyt níggju mál. 

Úrslitið hevði við sær, at Füchse Berlin nú er á 3. plássi í Bundesliguni við 14 stigum; eitt stig aftan fyri Vilhelm Poulsen og hinar í Hannover Burgdorf og tvey stig aftan fyri Melsungen. THW Kiel er á 6. plássi við 12 stigum.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg eru á 8. plássi við 11 stigum.

Nú gongur leiðin hjá føroysku landsliðsspælarunum til Føroya, har venjing er á skránni áðrenn EM-undankappingardystin ímóti Kosovo mikudagin og Ukraina sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856