- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy
Nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy
Marita Gunnarstein Nielsen tekur við starvinum 1. desember
31.10.2024 - 15:37
Marita Gunnarstein Nielsen verður nýggjur rektari á Miðnámi í Suðuroy.
Hon er 40 ára gomul og útbúgvin cand.mag. í enskum við hjágrein í sálarfrøði og donskum á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.
Marita hevur verið námslektari á Fróðskaparsetrinum, og síðani 2017 hevur undirvíst á Miðnámi í Suðuroy, har hon umframt at undirvísa eisini hevur røkt aðrar uppgávur, eitt nú sum ÍSF-samskipari og álitisfólk.
Marita Gunnarstein Nielsen býr í Vági saman við familju, og hon tekur við starvinum 1. desember.
Setanarmálið var viðgjørt í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, tí ógegni var í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti starvið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV