- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarv millum kommunu og leiðara endar
Samstarv millum kommunu og leiðara endar
Samstarvið millum Fuglafjarðar kommunu og leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði er liðugt. Fráfaringaravtala er gjørd.
25.12.2024 - 09:39
Samstarvið millum Fuglafjarðar kommunu og leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði er liðugt.
Kommunan boðaði frá í gjár, at semja er gjørd um at enda samstarvið við Jónas Bloch Danielsen, sum hevur verið leiðari í Mentanarhúsinum síðani í apríl 2017.
Eftir eitt tíðarskeið við innanhýsis samskifti eru partarnir vorðnir samdir um, at ein fráfaringaravtala er besta loysnin fyri báðar partar.
Avtalan merkir, at leiðarin er frítt stillaður frá 23. desember.
Kommunan sigur, at mentanarøkið er í støðugari menning, og vil Fuglafjarðar kommuna leggja eina nýggja kós.
Kommunan fer í næstum undir at lýsa eftir nýggjum leiðara til Mentanarhúsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV