- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsaleigan hjá Bústøðum hækkar aftur næsta ár
Húsaleigan hjá Bústøðum hækkar aftur næsta ár
1. juli er ætlanin at hækka allar húsaleigurnar fýra prosent
31.10.2024 - 13:13
- Bústaðir gera nú broytingar í rakstrinum, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum.
Eitt nú hækkar húsaleigan aftur næsta ár.
Jógvan Ósá.
1. juli hækkaði húsaleigan hjá Bústøðum, sum er eldri eitt ár, fimm prosent, og 1. juli er ætlanin at hækka allar húsaleigurnar fýra prosent aftrat.
Hoyr samrøðu við stjóran í Bústøðum í útvarpstíðindunum:
31102024_Jogvan_Osa
Størri húsleiga eru bara ein partur av treytunum, sum skal vera lokin, um Bústaðir skulu vera langtíðarhaldførir.
Sambært granskoðarafyritøkuni Januar, sum hevur gjørt haldførismeting av Bústøðum, kunnu Bústaðir ikki byggja meira, og ognir skulu seljast.
Meiri verður at frætta um hetta í tíðindunum klokkan 18.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV