- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Nýggj forkvinna í Tjóðveldi og limaskapur í Norðurlandaráðnum
Á Breddanum: Nýggj forkvinna í Tjóðveldi og limaskapur í Norðurlandaráðnum
Tvey evni eru í sendingini í dag
31.10.2024 - 09:09
Tjóðveldi skal hava nýggja forkvinnu, og valið stendur millum tvær av royndastu politikarunum í flokkinum.
Bjørt Samuelsen ella Sirið Stenberg verður forkvinna eftir eykaflokstingið leygardagin.
Men hvørjar eru tær báðar, sum nú kappast um leiðarasessin í Tjóðveldi?
Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, verður í úvarpsstovuni.
Norðurlandaráðið hevur í morgun roynt at loysa knútin í spurninginum um at geva Føroyum, Grønlandi og Álandi sjálvstøðugan limaskap.
Vit tosa við John Johannessen, sum hevur fylgt málinum í Reykjavík.
Fylg við orðaskiftinum um broytingar í Helsingforssáttmálanum í Norðurlandaráðnum her.
Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV