Føroysk - grønlendsk orðabók tøk hjá øllum at brúka

Føroysk - grønlendsk orðabók tøk hjá øllum at brúka
Seinastu fýra árini hevur Elin Neshamar skrivað føroyska - grønlendska orðabók. Hetta er seinni partur av orðabókagreipuni, sum farið var undir í 2018
 
30.10.2024 - 11:05
1705339



Elin Neshamar er fødd og uppvaksin í Grønlandi. Heima tosaðu tey bæði grønlendskt og føroyskt. Hon sigur, at bæði á ein hátt eru hennara móðurmál.

Í 2018 spurdi Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum Elina, um hon ikki hevði hug at at gera eina grønlendsk - føroyska orðabók.

Nú seks ár eftir at Jonhard fyrstu ferð eggjaði henni at gera orðabók millum grønlendskt og føroyskt kemur tann seinna út.

Føroysk - grønlendska orðabókin verður løgd á heimasíðuna hjá Sprotanum saman við øllum hinum.

Sprotin skipar fyri útgávutiltaki í mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík í kvøld, mikukvøld, klokkan 19.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008

Meira um sama evni