Føroya banki fingið boð at meta um førleikar hjá nevndini

Føroya banki fingið boð at meta um førleikar hjá nevndini
Fíggjareftirlitið var í Føroya banka síðst í mai og hevur givið bankanum nøkur boð
Fíggjareftirlitið hevur givið Føroya banka boð í sambandi við eftirlitsvitjanina fyrr í ár.
 
29.10.2024 - 09:23

Føroya banki hevur ikki ásett síni stevnumið um vøkstur, vøkstur í útláni og kjarnukapital nóg greitt.

Hetta økir um vandan fyri, at bankin kann átaka sær óynsktar váðar.

Føroya banki hevur fingið nøkur boð frá Fíggjareftirlitinum, sum var í bankanum síðst í mai.

Fíggjareftirlitið sigur, at Føroya banki hevur nógv fleiri pengar í fastari ogn enn peningastovnar, sum hava somu stødd sum hann.

Bankin er tí í størri váða, um illa gongst á fastognarmarknaðinum, sigur Fíggjareftirlitið. 

 

Nýggja meting um nevndina

Av tí at nógv fólk eru komin og farin í nevnd bankans í fjør og í ár, hevur bankin fingið boð um at gera nýggja meting um nevndina fyri at vita, um har er nóg góður førleiki til at meta um kreditt. 

Fíggjareftirlitið sigur eisini, at reglurnar um at geva undantak og frávik í høvuðsreglunum um kredittpolitikk bankans eru  nógvastaðni ógreiðar.

Starvsfólkini hava tí ov stórar heimildir.

Fíggjareftirlitið hevur kannað 90 eksponeringar, 21 prosent av útláni bankans.

 

Størri solvenstørvur

Trý viðskiftafólk blivu lægri mett, enn bankin metti tey at vera. Tørvurin á avskrivingum var hækkaður eina millión.

Føroya banki hevur fingið boð um, at váðastýring bankans eisini umfatar dótturfeløg hansara.

Fíggjareftirlitið hevur ásett solvenstørv bankans at vera 10,5 prosent, 0,2 prosentstig meira enn nú.

Frágreiðingin kann lesast her.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878