Boeing mist 43 milliardir krónur

Boeing mist 43 milliardir krónur
Seinastu vikurnar hava yvir 30.000 starvsfólk verið í verkfalli, og enn er eingin lønarsemja millum partarnar
Boeing-starvsfólk í verkfalli
Mynd: David Ryder/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
24.10.2024 - 08:00

Amerikanski flogframleiðarin Boeing hevur í triðja ársfjórðingi mist tað, sum svarar til 43 milliardir danskar krónur.

Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi í sambandi við roknaskapin fyri triðja ársfjórðing.

Ein av orsøkunum til tapið er, at 33.000 løntakarar hava verið í verkfalli í seks vikur, og enn er ongin lønarsemja millum partarnar, skrivar Reuters.

Eisini hava flogførini hjá felagnum í longri tíð havt trupulleikar við millum annað trygdini.

Fyri stuttum boðaði stjórin frá uppsøgnum, sum fara at raka umleið 17.000 starvsfólk um allan heimin.

Hetta fevnir um á leið 10 prosent av starvsfólkunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114