Varðhaldsfongslingin av Watson longd til 13. november

Varðhaldsfongslingin av Watson longd til 13. november
– Vandi er fyri, at Paul Watson flýggjar, um hann verður leyslatin, sigur ákæruvaldið í Grønlandi
Paul Watson á veg í rættin mikudagin 23. oktober
Mynd: Leiff Josufsen/Sermitsiaq  
 
23.10.2024 - 14:02

Rættarfundur hevur verið í Nuuk í dag, hvørt Paul Watson framvegis skal sita varðhaldsfongslaður, meðan danska løgmálaráðið viðger málið um møguliga útflýggjan av Paul Watson til Japan, og rætturin kom fram til, at hann skal vera varðhaldsfongslaður í 21 dagar afturat - fram til 13. november.

Tað skrivar Sermitsiaq.

Ákærin vísti á álvarsemi av brotsverkinum, sum Watson er undir illgruna fyri og metti, at vandi framvegis er Paul Watson flýggjar, um hann verður leyslatin, og tí skuldi varðhaldið leingjast, og tað helt rætturin eisini.

Verjin hjá Paul Watson, Finn Meinel, vildi harafturímóti hava Watson leyslatnan. Hann vísti á, at brotsverkið ikki er nóg álvarsamt til, at Paul Watson framhaldandi skal sita í varðhaldi.

Watson óttast at doyggja í fongsli
Tað er danska løgmálaráðið, ið skal taka støðu til, hvørt Watson skal útflýggjast til Japan ella ikki. Í samrøðu við Ritzau sigur 73 ára gamli aktivisturin, at hann óttast fyri at enda sínar dagar í japonskum fongsli.

Hann hevur ein greiðan boðskap til danska løgmálaráðið:

- Hygg at veruligu umstøðunum og haldið tykkum til tykkara egnu leiðreglur: Tú útflýggjar ikki nakran við støði í smáum misbrotum, har eingin hevur fingið skaða. Og als ikki um málið er 14 ára gamalt, sigur hann við Ritzau.

Japan heldur tó ikki, at hetta er eitt lítið brot og ákærir Watson fyri at skaða eitt hvalaveiðuskip í rakstrinum í Suðurpólinum í 2010, og fyri at forða japonskum hvalaveiðumonnum í at gera sítt arbeiði.

Hann er eisini ákærdur fyri at viðvirkandi til at skaða ein hvalaveiðumann, tá ein av manningini hjá Watson kastaði eina stinkbumbu eftir einum japonskum hvalaveiðuskipi.

Watson noktar seg sekan.

Paul Watson varð handtikin 21. juli, tá skip hansara legði at bryggju í Nuuk á veg til Kyrrahavið, gjøgnum útnyrðingsleiðina, at mótmæla japanska hvalaveiðu.

Watson varð handtikin, tí Interpol hevur sent út áheitan um handtøku orsakað av handtøkuboðum úr Japan.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519