Meiri peningur til verjuna

Meiri peningur til verjuna
Nato-aðalskrivarin sigur, at limalondini skulu brúka meira enn tvey prosent av BTÚ til verjuendamál
Mark Rutte, Nato-aðalskrivari, hevur hildið røðu á toppfundinum í Davos, sum er í hesum døgum..
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.01.2025 - 10:24

- Natolondini eiga at seta meira pening av til verjuna. 

Tað segði Mark Rutte, aðalskrivari í Nato, á fundinum í World Economic Forum í Davos í Sveis í gjár, skrivar Reuters.

Hann sigur, at verjusamgongan í kreppu, og at limirnir skulu brúka meira enn tvey prosent til verjuna.

- Vit mugu øll hækka játtanina. Vit taka støðu til neyva talið seinni í ár, men tað verður í hvussu er oman fyri tvey prosent av BTÚ, sigur hann sambært AFP.

Á fundinum í Davos nevndi Mark Rutte eisini, at neyðugt verður hækka stuðulin til Ukraina, og at tað hevur týdning, at Russland ikki tekur seg fram í krígnum.

- Hermótið í Ukraina flytir seg skeiva vegin, segði hann.

Mark Rutte segði eisini, at tað er umráðandi við eini friðaravtalu, sum forðar Russlandi í at krevja øki í Ukraina í framtíðini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017