Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Varpinum í kvøld

Mentanarvirðislønir landsins handaðar í Varpinum í kvøld
Í kvøld verður alment hátíðarhald í Varpinum í Klaksvík klokkan 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at handa virðislønir landsins fyri 2024
Varpið í Klaksvík
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2024 - 05:24

Nýggja og stásiliga mentanarhúsið Varpið í Klaksvík verður í kvøld karmur um handanina av mentanarvirðislønum landsins. 

Tað er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, sum fer at handan virðislønirnar til lesta- og mentafólk. 

 

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum í sjónvarpinum og her á heimasíðuni. 

 

Hvat: Mentanarvirðislønir landsins
Hvar: Í Varpinum, Klaksvík, og í sjónvarpinum og á KVF.fo
Nær: Í kvøld, mikukvøldið 23. okt., klokkan 19.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017