Meirilutin vil hava ein kanningarstjóra at kanna Ingilín D. Strøm

Meirilutin vil hava ein kanningarstjóra at kanna Ingilín D. Strøm
Meirilutin í Landsstýrismálanevndini vil ikki siga, um Ingilín Didriksen Strøm tilvitað ella av ósketni hevur sagt ósatt fyri løgtinginum
Hans Jacob Thomsen, formaður í Landsstýrismálanevndini, vil ikki taka støðu til, um Ingilín D. Strøm hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.
 
22.10.2024 - 18:47

Samgongutinglimirnir, Hans Jacob Thomsen og Hanna Jensen, sum mynda meirilutan í Landsstýrismálanevndini, vilja ikki taka støðu til, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, tilvitað ella av grovum ósketni hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.

Tað er niðurstøðan eftir fundarvirksemi hjá nevndini í dag.

Landsstýrismálanevndin kom í einari fyribilsniðurstøðu til, at landsstýriskvinnan hevði sagt ósatt fyri løgtinginum og tí hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins, men eftir at landsstýriskvinnan hevur svarað fyribils niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini við einum skrivi, sum er 36 síður langt, er meirilutin komin til ta niðurstøðu, at tey ikki vilja taka støðu til, um Ingilín D. Strøm hevur gjørt nakað skeivt ella ikki.

Tí verður nú lagt upp til, at ein kanningarstjóri skal setast, sum skal kanna hetta málið og koma til eina niðurstøðu.

Hoyr innslagið, sum var í tíðindasendingini á nátturða í kvøld.

 

Hans_Jacob_Thomsen_klokkan_18

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551