Fólk á Kanarisku oyggjunum mótmæla ferðavinnuni

Fólk á Kanarisku oyggjunum mótmæla ferðavinnuni
Fyrstu níggju mánaðirnir í ár hava umleið 10 milliónir ferðafólk verið á Kanarisku oyggjunum
Í Tenerife gingu mótmælisfólk á strondini, har ferðafólk sólaðu sær.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
21.10.2024 - 08:38

Fólk í túsundatali mótmæltu í gjár hópferðavinnuni á Kanarisku oyggjunum.

Tað skrivar tíðindastovan AFP, sambært TV 2.

Fólkini kenna seg fremmand í egnum landi, tí so nógv ferðafólk vitja oyggjarnar. Tað er vorðið dýrari at finna nakað at búgva í, og ferðafólkini oyðileggja eisini umhvørvið.

Á Playa de Las Americas í Tenerife gingu mótmælisfólk á strondini og róptu, at strondin er teirra, meðan ferðafólk sólaðu sær.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fólk á Kanarisku oyggjunum vísa sína misnøgd við hópferðavinnuna.

 

Mótmælisfólkini siga, at ferðavinnan á Kanarisku oyggjunum er vorðin so stór, at tey kenna seg ikki aftur í egnum landi. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Mótmæla eisini aðrastaðni

Hetta er ikki bara ein trupulleiki á Kanarisku oyggjunum.

Eisini í Barcelona, á Mallorca, í Malaga og Athen hava fólk mótmælt ferðavinnuni í ár.

Fyrstu níggju mánaðirnir í ár hava umleið 10 milliónir ferðafólk verið á Kanarisku oyggjunum, og tað eru 10 prosent fleiri enn somu tíð í fjør.

Umleið tvær milliónir fólk búgva á Kanarisku oyggjunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946