- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kári Johansen stillar kortini ikki upp fyri Framsókn
Kári Johansen stillar kortini ikki upp fyri Framsókn
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, váttar, at Kári Johansen hevur tikið av listanum
17.10.2024 - 14:53
Kári Johansen, býráðslimur í Havn, sum í september boðaði frá, at hann á kommunuvalinum tann 12. novembur stillar upp fyri Framsókn til Tórshavnar býráð, er longu farin av aftur listanum hjá Framsókn.
Tað skrivar in.fo, og Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, váttar eisini tíðindini.
Við in.fo sigur hon, at Kári Johansen hevur tikið seg av listanum hjá Framsókn ein av seinastu døgunum.
Tað var 7. september, at Kári Johansen boðaði frá, at hann hevði gjørt av at stilla upp á listanum hjá Framsókn. Sambært Kára Johansen var trupulleikin, at "hosurnar í Javnaðarflokkinum vóru ov trongar hjá sær at vera í".
Kringvarpið roynir at fáa viðmerking frá Kára Johansen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV