Herd krøv fyri fýrverkssølu

Herd krøv fyri fýrverkssølu
Fyri fyrstu ferð skal nýggja kunngerðin við herdum reglum fyri sølu og goymslu av fýrverki fylgjast
Fýrverk
Mynd: Myndasavn  
 
28.12.2024 - 17:30

Fýrverkssølan er byrjað í dag, og fyri fyrstu ferð skal nýggja kunngerðin við herdum reglum fyri sølu og goymslu av fýrverki fylgjast.

Mynduleikarnir fara út á sølustøðini at kanna, um alt er, sum tað skal vera.

Tað sigur Rúni Vesturklett, vaktleiðari á politistøðini.

 

Nýggjar og herdar reglur 

Tað hevur verið nakað meiri trupult í ár enn áður at fáa loyvi at selja fýrverk.

Nýggjar og herdar reglur eru fyri sølu og goymslu av fýrverki.

Tað snýr seg millum annað um, hvussu nógv krút er loyvt at hava á sølustøðum og í goymslurúmum - og um trygdina á støðunum.

Og hesum verður hildið eftirlit við. 

 

Mynduleikar hava eftirlit

Eftirlitið verður skipa soleiðis, at umboð frá politiinum, tilbúgvingunumi í kommununum og arbeiðs- og brunaeftirlitinum vitja støðini og kanna um alt er í ordan.

Tilgongdin at søkja um loyvi at selja fýrverk bleiv broytt í sambandi við nýggja kunngerð. 

Hon kom í gildi 1. januar 2024, og tí er tað fyrstu ferð, at hon nú verður roynd. 

 

Trupult at lúka krøv

Tað eru tilbúgvingarnar í kommununum kring landið, ið skulu góðkenna viðurskiftini á sølu- og goymslustøðunum. Og í fleiri førum eru tað sølustøð, sum ikki hava fingið góðkent loyvi í fyrstu syftu. 

Tað hevur serliga verið trupult hjá teimum, ið hava søkt um loyvi  at hildið krøvini um hvar og hvussu fýrverkið skal goymast.

Men við tillagingum og broytingum hava øll, ið hava søkt um loyvi, fingið loyvi. 

 

Søla av fýrverki

Tað er loyvt at selja fýrverk frá í dag 28. desember til nýggjársaftan 31. desember, og tað er frá klokkan 10 fyrrapartin til klokkan átta um kvøldið.

Aftaná 31. desember er tað ábyrgdin hjá teimum, sum selja fýrvek at fáa tað aftur til tey góðkendu goymsluhølini hjá sølustøðunum. 

 

Kunning um herd krøv

Kunning um treytir og krøv av sølu og goymslu av fýrverkið er at finna á politi.fo. Undir teiginum 'fýrverk' er ein vegleiðing frá Arbeiðs- og brunaeftirlit.

Tað er loyvt at skjóta fýrverk nýggjársaftan, 31. desember, og fram til 2. januar 2025. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652