Misnýtsla av smuglaðum rúsevnum er ringast at stýra

Misnýtsla av smuglaðum rúsevnum er ringast at stýra
Magni Højgaard, leiðari í RÓWT, sigur, at tað hevur stóran týdning at tálma smuglingini. Hóast sparingar, verður marknaeftirlitið hjá TAKS ikki skert, sigur stjórin
TAKS skal spara 700.000 kr. næsta ár, men tað ávirkar ikki starvsfólkini.
 
16.10.2024 - 11:26

Tað er óheppið at spara á einum øki sum marknaeftirlitinum, í sambandi við smugling av rúsevnum.

Tað sigur Magni Højgaard, leiðari í RÓWT, sum fyrr kallaðist "Megna títt lív."

Hann sigur, at tað hevur stóran týdning at tálma smuglingini av rúsevnum, eisini tí, at tað er tann parturin av misnýtsluni, sum er ringast at stýra.

 

Magni Højgaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heildarætlanin frá mars 2022 um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu hevur enn ikki havt ta ávirkan, sum vón var um.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hóast Taks verður skert á fíggjarlógini næsta ár, ætlar Fíggjarmálaráðið at hava marknaeftirlitið við í raðfestingunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

16102024_Rusevni_

 

Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, sigur, at hóast stovnurin skal spara 700.000 kr. næsta ár, verður starvsfólkahópurin ikki skerdur.

Marknaeftirlitið verður heldur ikki skert, men ikki styrkt.

Sí innslag í Degi og viku:

 

241015_DV_EYDUN

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463