Watson í landsrættin í dag

Watson í landsrættin í dag
Rætturin skal taka støðu til úrskuruðin um at leingja varðhaldsfongslingina til 23. oktober
Paul Watson hevur verið varðhaldsfongslaður í Nuuk síðani 21. juli.
Mynd: Sermitsiaq  
 
14.10.2024 - 08:37

Fyrrapartin í dag skal Paul Watson í landsrættin í Grønlandi, skrivar Sermitsiaq. 

2. oktober var varðhaldsfongsling hansara enn einaferð longd.

Hon var longd til 23. oktober. 

Tað er tann úrskurðurin, sum skal roynast í landsrættinum í dag.

Paul Watson var tikin í Nuuk 21. juli.

 

Sleppur í Hægstarætt

Annars hava Paul Watson og hansara fólk fingið loyvi til at fara í Hægstarætt við málinum. Hægstirættur hevur ikki dagfest viðgerðina enn.

Politiið í Grønlandi er liðugt við sínar kanningar.

Nú er málið hjá danska Løgmálaráðnum, sum avger, um Watson skal útflýggjast til Japans. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881