Fyrrverandi aðalskrivarin skrivar bók um NATO

Fyrrverandi aðalskrivarin skrivar bók um NATO
Jens Stoltenberg var NATO-aðalskrivari í 10 ár
Jens Stoltenberg legði frá sær sum NATO-aðalskrivari 1. oktober.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.10.2024 - 14:41

Jens Stoltenberg er á veg við nýggjari bók um lívið sum aðalskrivari í NATO

Í nýggju bókini við heitinum ‘On my watch’ fer fyrrverandi aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, at greiða frá teimum tíggju árunum, hann sat sum ovasti í verjusamgonguni.

Tað boðar forlagið Gyldendal, sambært NRK, í tíðindaskrivi.

- Hetta er mín søga, hvussu tað hevur verið at standa á odda fyri heimsins máttmiklastu hernaðarsamgongu í eini lagnutíð fyri okkara trygd, sigur Stoltenberg í tíðindaskrivinum.

Jens Stoltenberg røkti starvið sum aðalskrivari í NATO frá 2014 til 2024, tá niðurlendingurin Mark Rutte tók við starvinum 1. oktober.

Bókin kemur út næsta heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946