Beinleiðis flogsamband millum New York og Nuuk

Beinleiðis flogsamband millum New York og Nuuk
Amerikanska flogfelagið United fer at flúgva tvær ferðir um vikuna
United fer at flúgva tvær ferðir um vikuna millum New York og Nuuk næsta summar.
 
11.10.2024 - 08:30

Næsta summar verður beinleiðis flúgving millum New York og Nuuk.

Amerikanska flogfelagið United, sum er størsta flogfelag í heiminum, hevur boðað frá, at frá 14. juni næsta ár verður flogið millum New York og Nuuk tvær ferðir um vikuna.

Á tann hátt fáa fólk í Grønlandi møguleika at fara úr New York til tey 147 støðini, United flýgur til, sigur felagið.

United flýgur 800 ferðir um dagin úr New York.

Flogferðin millum New York og Nuuk tekur fýra tímar.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946