60 læknar í útbúgvingarstarvi á Landssjúkrahúsinum

60 læknar í útbúgvingarstarvi á Landssjúkrahúsinum
14 læknar læra til kommunulækna
100 føroyingar lesa til lækna, og á Landssjúkrahúsinum eru 60 útbúgvingarstørv.
 
11.10.2024 - 08:28

60 læknar eru í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum.

14 læknar læra til kommunulækna.

23 KBU-læknar eru í útbúgvingarskipanini og starvi. 

KBU stendur fyri klinisk basisuddannelse, sum er fyrsta liðið í læknaligu víðari útbúgvingini. 

Tað er eitt krav, at allir læknar skulu taka KBU eftir loknan læknalestur.

17 læknar eru í introstarvi í 11 sergreinum.

Hetta er starv, har fólk fáa sær royndir og innlit í sergreinar, áðrenn tey velja sær sergrein.

Og Landssjúkrahúsið hevur seks læknar, sum taka partar av síni serlæknaútbúgving her og hitt á donskum sjúkrahúsi. 

100 føroyingar lesa til lækna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878