123 milliónir fólk flýggja undan kríggi og brotum á mannarættindi

123 milliónir fólk flýggja undan kríggi og brotum á mannarættindi
Hetta er tað mesta síðani seinna heimsbardaga, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST
Kríggj og harðskapur eru atvoldin til, at milliónir flýggja ymsastaðni í heiminum. Henda myndin er úr Gasa.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.10.2024 - 09:27

122,6 milliónir fólk í øllum heiminum rýma undan kríggi, jagstran, harðskapi og brotum á mannarættindi.

Tað er størsta talið síðani seinna heimsbardaga, vísir nýggj frágreiðing hjá flóttafólkastovninum hjá ST, UNHCR.

Tølini eru frá juni, og tí er ófriðurin í Libanon ikki við.

Forsætisráðharrin í Libanon, Najib Mikati, hevur fyrr sagt, at støðan í landinum kann enda við størsta flóttafólkastreyminum higartil.

Talið á fólki, sum flýggja, er vaksið við 5,3 milliónum síðani árslok 2023.

Serliga er tað ófriðurin í Sudan, Kongo og Myanmar, kríggið í Ukraina og støðan við  brotsmannaliðum í Haiti, sum gera, at talið er vaksið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946