Urtagarðurin er sum heilivágur

Urtagarðurin er sum heilivágur
- At vera úti í garðinum er sum heilivágur fyri sál og sinn, sigur Ruth Laksáfoss, nú hon og maðurin eiga vakrasta urtagarðin í Klaksvíkar kommunu.
 
09.10.2024 - 12:52

Gullregn, rósur, liljur og rhododendron.

Hetta er nakað av tí, sum er at finna í vakrasta urtagarðinum í Klaksvíkar kommunu 2024.

Tað eru tey bæði Ruth Laksáfoss og Gert Wolff Jensen, sum búgva Við Trøllagil 6 í Klaksvík, har vakri urtagarðurin er at finna.

Urtagarðurin krevur nógva tíð og røkt, men sambært Ruth Laksáfoss er tað alt vert.

- Hetta krevur nógv arbeiði, men at vera í urtagarðinum er sum heilivágur fyri sál og sinn, sigur Ruth Laksáfoss.

Í morgunsendingini greiðir Ruth Laksáfoss frá urtagarðinum, sum er kosin at vera tann vakrasti í ár.

1701191

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050