Handtikin fyri ætlanir um yvirgang á forsetavalinum í USA

Handtikin fyri ætlanir um yvirgang á forsetavalinum í USA
Samskifti vísir, at maðurin hevur tilknýti til Islamskan Stat
Afganski maðurin, sum samveldisløgreglan hevur tikið, ætlaði at fremja yvirgang á sjálvum valdegnum 5. november.
 
09.10.2024 - 08:20

Ein 27-ára gamal afganskur maður er handtikin í amerikanska statinum Oklahoma, undir illgruna fyri at vilja fremja yvirgang á valdegnum.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, handtók mannin, sum eftir øllum at døma var farin undir at fyrireika eina yvirgangsatsókn fyri yvirgangsbólkin Islamskan Stat.

Tað upplýsir amerikanska løgmálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Raka stórar mannamúgvur

Sambært ákæranum skuldi yvirgangsatsóknin vera á amerikanska valdegnum 5. november og raka stórar mannamúgvur.

Helst er yvirgangsatsóknin avdúkað, tí maðurin hevði bílagt AK-47 maskinbyrsur.

Sum liður í kanningararbeiðnum, fann samveldisløgreglan eisini samskifti millum mannin og fólk, sum hevur tilknýti til Islamskan Stat.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Týsdag 4. februar
Breddin - Føroyar og ES
187327
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155