Fyrireika seg at taka ímóti ódnini

Fyrireika seg at taka ímóti ódnini
Vindferðin í ódnini Milton kann verða 75 metrar um sekundið
Milton hevur beina kós móti Tampa Bay, har tættbygt er, og fólk fyrireika seg at taka ímóti henni.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2024 - 10:13

Fólk í amerikanska statinum Florida fyrireika seg, nú ódnin Milton hevur beina kós móti Tampa Bay, har tættbygt er.

Ódnin Milton er í flokki fimm, sum er tann hægsti flokkurin, og kann hava eina vindferð upp á 75 metrar um sekundið, skrivar BBC.

Væntað verður, at ódnin fer at raka Florida við allari megi mikunáttina amerikanska tíð.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at tað er ein spurningur um lív og deyð, og hann hevur heitt á fólk í Florida um at rýma frá húsum.

Forsetin segði í gjár, at ódnin kann gerast tann ógvisligasta í Florida í eina øld.

 

Milton kemur í kjalarvørrinum á ódnini Helenu. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Milton kemur eftir Helenu

Ódnin Milton kemur minni enn tvær vikur eftir, at ódnin Helena gjørdi um seg í nógvum amerikonskum landslutum.

Í minsta lagi 225 fólk doyðu og hundraðtals fólk eru ikki komin afturíaftur.

Fólk lótu lív í Florida, Georgia, South Carolina, Tennessee, Virginia og North Carolina, sum varð harðast rakti staturin.  

Joe Biden skuldi eftir ætlan vitja Týskland og Angola í næstum, men ódnirnar hava havt við sær, at ferðirnar eru avlýstar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881