Føroyingar og ódnin Milton í USA

Føroyingar og ódnin Milton í USA
Miriam Akselsen-Parks býr uttan fyri býin Orlando, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard býr í Miami
Ein kvinna við regnskjóli á veg inn í skýli fyri ódnini, Milton, sum er á veg móti Florida.
Mynd: Jose Luis Gonzalez/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2024 - 19:04

Fleiri milliónir íbúgvar í Tampa Bay økinum eru flýdd undan ódnini Milton, sum nú er nakrar tímar út fyri Tampa Bay.

Ódnin Milton er í flokki fýra, sum er tann næsthægsti flokkurin av ódnarveðrum.

Myndugleikarnir hava frammanundan boðað frá, at bæði lív og ognir eru í vanda.

Í tí sambandinum hevur verið heitt á umleið seks milliónir fólk um at flýggja úr økinum og leita sær skjól aðrastaðnis. 

Og tað merkist, at fólk lurta eftir boðunum. Tað sigur Miriam Akselsen-Parks, sum býr uttan fyri býin Orlando, sum er einar tveir tímar frá Tampa Bay.

Júst Orlando økið verður mett at vera rættiliga trygt, tí mann er rættiliga langt burtur frá strondini.

Longri suðuri í statinum er Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum býr og lesur í býnum Miami. Miami liggur nakrar tímar sunnan fyri Tampa. 

Sjálv býr hon í einum lestrabygningi, sum verður mettur at vera tryggur í ódnarveðri. Tí leita onnur lesandi sær skjól í tí bygninginum, meðan ódnin herjar.

Og eisini í Miami leggja tey merki til, at fólk rýma úr Tampa Bay økinum. 

Væntað verður, at ódnin fer at raka Florida við allari megi mikunáttina amerikanska tíð.

 

Hoyr innslagið við Miriam Akselson-Parks og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í útvarpstíðindunum kl 18.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881