Tveir sviar varðhaldsfongslaðir fyri spreinging við ísraelska sendistovu

Tveir sviar varðhaldsfongslaðir fyri spreinging við ísraelska sendistovu
Báðir sviarnir, sum eru handtiknir, nokta seg sekar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.10.2024 - 15:04

Tveir svenskir ríkisborgarar, 16 og 19 ára gamlir, eru í dag varðhaldsfongslaðir í 27 dagar í sambandi við spreingingarnar við ísraelsku sendistovuna í Keypmannahavn mikunáttina. 

Rætturin grundgevur varðhaldsfongslina við, at verða teir latnir leysir, kunnu teir flýggja ella ávirka kanningararbeiðið hjá løgregluni.

 

Brúktu hondspreingjur

Ítøkiliga eru ungu menninir skuldsettir fyri í samstarvi ella sambært avtalu við ein ella fleiri gerningsmenn undir serliga skerpaðum umstøðum á almennum staði at hava havt við sær fimm hondspreingjur, hondgranatir, út til sendistovuna, og at hava kastað tvær granatir, sum sprongdust á tekjuni á einum húsi.

Einki verður í skuldsetingini sagt um, hvat hendi við hinum hondspreingjunum.

Tað stendur heldur ikki í skuldsetingini, um ákæruvaldið hevur eina fatan av, hví teir framdu álopið.

Ungu menninir nokta seg sekar.

Ákærin segði í rættinum, at møguliga verður skuldsetingin víðkað seinni.

 

Iran og tilknýti

Iran kann hava tilknýti til spreingingarnar og skottilburðirnar við ísraelsku sendistovurnar í Keypmannahavn og Stokkhólmi. 

Tað segði leiðarin í svensku fregnartænastuni Säpo, Frederik Hallstrøm, á tíðindafundi. 

- Eg veit ikki við vissu, men nakrar ábendingar eru í sambandi við val av málum, og hvussu hetta er gjørt. Men hetta eru hugsanir, ikki ítøkilig vitan, sigur Hallstrøm.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946