Verjarnir krevja, at Watson verður latin leysur

Verjarnir krevja, at Watson verður latin leysur
Paul Watson hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli
Paul Watson kemur aftur fyri rættin í Nuuk í morgin, og tá fara verjarnir at krevja, at hann verður latin leysur.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
01.10.2024 - 08:20

Verjarnir hjá Paul Watson fara á rættarfundinum í morgin at krevja, at hann verður latin leysur, skrivar Sermitsiaq.

Paul Watson hevur verið í varðhaldi í Nuuk síðani 21. juli.

Japan vil hava Danmark at útflýggja hann.

Danska løgmálaráðið hevur biðið politiið í Grønlandi kanna, um grundarlag er fyri at útflýggja Watson.

Um tað arbeiði er liðugt, fæst ikki at vita fyrr enn á rættarfundinum í morgin.

Sermitsiaq hevur spurt bæði ákæruvaldið í Nuuk og Løgmálaráðið, men tey hava ongar viðmerkingar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946