- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkatingið byrjar í dag
Fólkatingið byrjar í dag
Í dag, fyrsta týsdag í oktober, verður fólkatingið sett
01.10.2024 - 06:24
Í dag, fyrsta týsdag í oktober, verður fólkatingið sett.
Byrjað verður við gudstænastu í Christiansborg Slotskirke klokkan níggju okkara tíð.
Tingfundurin byrjar klokkan 11.00 okkara tíð.
Pia Kjærsgaard, sum hevur verið í fólkatinginum í meira enn 40 ár, verður forkvinna í dag.
Annars verður formansskapurin. fimm fólk, valdur í dag.
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, heldur setanarrøðuna um støðuna í ríkinum.
Orðaskifti um hana verður hósdagin.
Løglistin hjá stjórnini verður eisini kunngjørdur í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV