- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri pengar fyri minni fisk
Fleiri pengar fyri minni fisk
ES og Grønland hava gjørt fiskiveiðuavtalu fyri árini 2025 til 2030
04.11.2024 - 06:49
ES fær minni kvotur, og Grønland fær fleiri pengar fyri kvoturnar.
ES og Grønland hava gjørt fiskiveiðuavtalu fyri árini 2025 til 2030.
ES hevur játtað at gjalda meira, tí fiskaprísirnar eru hækkaðir so nógv seinastu trý árini.
ES rindar sjey milliónir krónur meira fyri kvoturnar,
ES rindar Grønlandi 155,6 mió. kr. um árið fyri fisk.
Hetta talið hækkar stigvíst næstu árini, skrivar KNR.
ES sleppur at fiska seks fiskisløg í grønlendskum sjógvi.
Nógv tann størsta kvotan er lodna, 13.000 tons.
Toskakvotan er 2.050 tons.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV