Myndir: Dokumentarur lýsir lívið hjá føroyska Bass-Elvis

Myndir: Dokumentarur lýsir lívið hjá føroyska Bass-Elvis
Bass Elvis & Jesus á Mallorka lýsir Jóannes Joensen, sum undirhelt á Mallorka í fleiri ár; men brádliga gjørdist hann sjúkur og noyddist heimaftur til Leirvíkar.
 
25.09.2024 - 19:00

 

Í klædnaskápinum í barndómsheiminum hjá Jóannes Joensen í Leirvík hanga búnarnir enn. Heimagjørdi kovboyjakkin, sum varð brúktur til at herma eftir Freddie Mercury; jólaklæðini, tá hann spældi jólamaður; og ikki minst hvíti Elvis-búnin og brillurnar.

Búnarnir eru leivdir av eini farnari tíð áðrenn aldarskiftið, tá leirvíkingurin livdi sín dreym á Mallorka og spenti seg út sum undirhaldari á Mallorka.

 

Hvørt kvøld undirhelt hann fyri ferðafólki á gistingarhúsum á frítíðaroynni; umframt at skipa fyri spølum av ymiskum slagi, so sang so lystiliga eitt nú Don't Stop me Now hjá Queen, My Way hjá Frank Sinatra og Burning Love hjá Elvis Prestley.

 

Men dreymurin brast brátt eitt kvøldið, tá sálarsjúka rakti hann sum ein pílur.

Jóannes Joensen noyddist tungu leiðina heim aftur og hevur síðani livað eina friðarligari tilveru í heimbygdini, sum hann treyðugt ferðast úr aftur.

 

 

Sangkarrieran hevur kortini livað sítt stilla lív øll árini. 

Tí hóast sjúkan hevur sett síni spor og framvegis stundum kemur til sjóndar, so hevur Jóannes Joensen funnið útav, hvussu hann kann brúka hann til sín fyrimun og smíða sangir.

Serliga seinnu árini hava alsamt fleiri føroyingar varnast sermerktu bass-røddina hjá leirvíkinginum, sum oftari og oftari er at hoyra í útvarpinum.

Í vetur fylgdu brøðurnar, Finnur Koba og Thomas Koba, leirvíkinginum við einum filmstóli.

Úrslitið er ein dokumentarur, sum eitur Bass Elvis & Jesus á Mallorka.

 

Dokumentarurin verður sendur hóskvøldið eftir Dag og Viku. Men verður tøkur her á heimasíðuni longu á døgurða hósdagin. Tú finnur hann her


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878