Uppskot komið um eykaskatt á alivinnuna

Uppskot komið um eykaskatt á alivinnuna
Skatturin er átta prosent og fer í landskassan
Eykaskattur skal leggjast á alivunnuna.
 
19.09.2024 - 06:53

Uppskot um eykaskattin á alifeløg er sent til hoyringar.

Skatturin er átta prosent og fer í landskassan.

26. mars gjørdu samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin semju um eina endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni. 

Teir vóru samdir um at gera eina tvíliðaða gjaldskipan fyri alivinnuna, tað er tøkugjald og eykaskattur á yvirskot hjá alifeløgunum.

Skotið verður upp, at alifeløgini gjalda eykaskatt, átta prosent, av tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, sum stavar frá virkseminum, tað er frá smoltframleiðslu til sjógvaaling og tøku. 

Úrslitið hjá vinnuni er treytin fyri, hvussu nógv eykaskatturin gevur.

Er úrslitið ein milliard, verður eykaskatturin 80 mió. kr. um árið.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tøkugjaldið minkar sannlíkt frá 2025.

Men eykaskatturin, sum verður álagdur fyri skattaárið 2025, verður goldin á sumri 2026.

Tí má roknast við minni inntøku til landskassan í 2025. 

Lógin kemur í gildi 1. januar 2025.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772