Kunnu helst kannast longu næsta ár

Kunnu helst kannast longu næsta ár
Tíðliga næsta ár skal eftir ætlan bera til hjá komandi foreldrum at verða kannað, um tey eru berarar av ílegusjúkum, sigur landsstýriskvinna í heilsumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2024 - 18:42

Tilboð skal eisini vera um arvafrøðiliga ráðgeving til komandi foreldur, sum eru í vanda fyri at fáa barn við deyðiligari ílegusjúku.

Ein bólkur við umboðum fyri Heilsustýrið, Sjúkrahúsverkið og Heilsumálaráðið fer 1. desember at lata landsstýriskvinnuni tilmæli um, hvussu hetta kann skipast.

1697180

Í breddanum fyrrapartin frættu vit, at 89 prosent av føroyingum í burðardyggum aldri halda, at tilboð um berarakanning fyri tær fimm arvasjúkurnar, Sucla2, AGS, AROKS, JEB, TBCD, eiga at vera í Føroyum. Tað vísir ein kanning av, hvat føroyingar  halda um berarakanningar av ílegusjúkum. Áhugafelagið Arvasjúkan bað um kanningina, sum varð send føroyingum fyrr í ár og kanningin kann síggjast áheimasíðuni Arvasjukan.fo.

Í Etiska Ráðnum halda tey ikki, talan er um einfaldan spurning. Ráðið viðgerð í løtuni spurningin, um vit sum samfelag skulu bjóða fólki at verða kannaði fyri ílegusjúkurnar. 

Nógvir føroyingar eru berarar av teimum fimm ílegusjúkunum. Hetta merkir, at umleið eitt til tvey børn verða fødd um árið í Føroyum við einari av hesum sjúkunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944