Grønland kann brúka sama leist sum Føroyar

Grønland kann brúka sama leist sum Føroyar
Føroyar og Danmark eru samd um at seta ein gerðarrætt at viðgera spurningin um føroyskan limaskap í WTO, og tað kann Grønland eisini gera, sigur granskari
Tað var á ríkisfundinum í Danmark herfyri, at boðað var frá, at Føroyar og Danmark eru samd um at seta gerðarrætt at viðgera spurningin um sjálvstøðugan limaskap í WTO.
 
17.09.2024 - 08:12

Grønland kann brúka leistin, sum Danmark og Føroyar hava avtalað at brúka fyri at útvega Føroyum sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Ásetingin um eitt "tvistløsningsnævn" er eisini í sjálvstýrislógini. Men hon er ongantíð brúkt. 

Tað sigur Ulrik Pram Gad, granskari á Dansk Institut for Internationale Studier, við KNR.

Hann nevnir samráðingarnar við Danmark um sjálvstýrislógina og ráevnini í undirgrundini.

 

Undirgrundin

Ulrik Pram Gad vísir á, at Danmark brúkti grundlógina til at nokta Grønlandi at yvirtaka ráevnini og politiið. Men Grønland kann, sambært sjálvstýrislógini, yvirtaka ráevnini. 

Føroyar og Danmark eru samd um at seta ein gerðarrætt at viðgera spurningin um føroyskan limaskap í WTO.

Heimild er í heimastýrislógini at gera tað. Hon er ongantíð brúkt fyrr.

Hendan leistin kann Grønland eisini brúka, sigur Ulrik Pram Gad.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946