- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland vil forbjóða fraslýsingum
Bretland vil forbjóða fraslýsingum
Bretland fer nú fyri triðju ferð at gera eina roynd at seta forboð fyri sjónvarpslýsingum, ið skulu selja fras.

Bretska stjórnin ætlar ikki, at lýsingar fyri frasi skulu kunna vera í sjónvarpi fyri klokkan 21 um kvøldið
14.09.2024 - 10:15
Í 2021 royndi táverandi forsætisráðharrin, Boris Johnson, til fánýtis at fáa sett forboð fyri lýsingum fyri frasi ella “junk food” áðrenn klokkan 21.
Tvey ár seinni lovaði konservativa stjórnin hjá Rishi Sunak at seta forboðið í verk, men heldur ikki tá bar tað á mál.
Nú roynir so bretski fólkaheilsuráðharrin, Andrew Gwynne úr Labour á triðja sinni at fáa forboðið ígjøgnum.
Kemur tað ígjøgnum hesa ferð, skal tað ætlandi koma í gildi um eitt ár, tann 1. oktobur næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV