Samráð í fólkatinginum um Paul Watson

Samráð í fólkatinginum um Paul Watson
Rættarnevndin vil hava at vita frá løgmálaráðharranum, um hann kann tryggja, at Watson ikki fær órættvísa rættargongd, um hann verður útflýggjaður Japan
Paul Watson er varðhaldsfongslaður í Nuuk.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.09.2024 - 09:36

Rættarnevndin hjá fólkatinginum hevur biðið Peter Hummelgaard, løgmálaráðharra, koma í samráð um Paul Watson.

Samráðið byrjaði klokkan eitt korter til tíggju okkara tíð, og skuldi vara ein tíma.

Rættarnevndin spyr ráðharran, um hann heldur, at Japan hevur biðið um at fáa Paul Watson, tí Japan vil halda fram við ólógligu hvalaveiðuni, sum sagt verður, og fer miðvíst eftir teimum, sum vilja forða fyri henni.

 

Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nevndin vil eisini vita, um ráðharrin kann tryggja, at Japan vil kennast við altjóða skuldbindingar um vinnuliga hvalaveiðu og mannarættindi, tá talan er um møguligan rættarfund um Paul Watson.

Rættarnevndin vil eisini hava at vita, um ráðharrin fer at biðja stjórnina í Japan tryggja, at Paul Watson ikki fær órættvísa rættargongd, um hann verður útflýggjaður.   

Peter Hummelgaard er eisini spurdur, um danska stjórnin tekur undir við at gera altjóða rætt at døma í málum um altjóða reglur um at verja havið og náttúruna. 

Tvey tingfólk í SF hava sett spurningarnar í samráðnum.

Fylg við samráðnum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Hósdag 9. januar
Brot úr Føroya søgu
186067
Hósdag 9. januar
Morgunlestur hósdagur 9. januar 2025
185734
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981