Jens Stoltenberg verður formaður fyri trygdarráðstevnu

Jens Stoltenberg verður formaður fyri trygdarráðstevnu
Stoltenberg hevur verið Nato-aðalskrivari seinastu 10 árini
Jens Stoltenberg hevur verið aðalskrivari í Nato síðani 2014.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.09.2024 - 15:41

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, hevur fingið nýtt starv. 

Hann verður nýggjur formaður fyri Munich Security Conference.

Hon er ein av størstu trygdarráðstevnum í heiminum, har leiðandi fólk á økinum hittast á hvørjum ári at kjakast um avbjóðingar í sambandi við altjóða trygd.

Tað skrivar Politico.eu, sum hevur tíðindini frá ónevndari keldu.

Christoph Heusgen, sum tók við formanssessinum í 2022, hevur boðað frá, at hann leggur frá sær.

Stoltenberg tekur við starvinum í februar næsta ár.

Stoltenberg, sum er fyrrverandi norskur forsætisráðharri, hevur verið aðalskrivari í Nato síðani 2014. 

Fyrrverandi hollendski forsætisráðharrin Mark Rutte tekur 1. oktober við sum aðalskrivari í Nato.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155