Søren Espersen stillar ikki upp aftur

Søren Espersen stillar ikki upp aftur
Fólkatingsmaðurin hevur ofta verið bersøgin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og um ríkisfelagsskapin sum heild
Søren Espersen hevur sitið á Fólkatingi síðani 2005.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.09.2024 - 15:16

Danski fólkatingsmaðurin Søren Espersen stillar ikki upp aftur til næsta fólkatingsval.

Tað sigur hann við Ritzau í dag.

Søren Espersen hevur ofta verið bersøgin um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og um ríkisfelagsskapin sum heild. 

Hann hevur millum annað talað at, tá Føroyar umhugsaðu at fáa 5G-net frá kinesisku fyritøkuni Huawei, og tá Føroyar viðurkendu Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael. Og í 2016 kallaði hann Tórbjørn Jacobsen, sum tá sat á Fólkatingi, fyri "ófólkaligan":

 

10092024_Espersen

 

71 ára gamli Søren Espersen hevur sitið á Fólkatingi síðan 2005. Til 2022 var hann limur í Danska fólkaflokkinum, men í 2022 skifti hann til nýggja flokkin hjá Inger Støjberg, Danmarksdemokraterne.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946