Bíblian sum ljóðbók á íslendskum

Bíblian sum ljóðbók á íslendskum
Íslendska bíbliufelagið hevur staðið fyri útgávuni, sum er tilsamans 90 tímar og 19 minuttir
Fleiri kendir íslendskir sjónleikarar standa fyri upplestrinum í ljóðbókini, sum hevur tikið fimm ár at gera.
Mynd: biblian.is  
 
10.09.2024 - 08:21

Fyri fyrstu ferð er øll Bíblian nú komin út sum ljóðbók á íslendskum.

Íslendska kringvarpið RÚV skrivar, at íslendska bíbliufelagið hevur staðið fyri útgávuni, sum er tilsamans 90 tímar og 19 minuttir.

Fleiri kendir íslendskir sjónleikarar standa fyri upplestrinum í ljóðbókini, sum hevur tikið fimm ár at gera. Ein av teimum er Arnar Jónsson, sum sigur, at hetta hevur verið eitt drúgt arbeiði, men at tað hevur gingið væl.

- Tað hevur tikið tíð, men tá man hugsar um tað, so er tað ein neyðug og góð verkætlan. Tað eru helst nógv fólk, sum ikki leggja í hesa góðu bókina, at lesa hana, men kanska er tað betri og stuttligari at lurta eftir henni í staðin, sigur hann við RÚV.

Ljóðbóksútgávan av íslendsku Bíbliuni er at finna á heimasíðuni biblian.is.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946