Susan Jacobsen: "Eg helt ikki, eg sá petti øðrvísi út"

Susan Jacobsen: "Eg helt ikki, eg sá petti øðrvísi út"
Í nýggjasta partinum av Credo er Susan Jacobsen gestur. Susan greiðir frá sínum uppvøkstri, sínum mongum royndum at finna pápa sín, og hvussu hon loksins fann hann
Susan Jacobsen við mynd av pápanum, sum hon fann, tá hon var vaksin.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.09.2024 - 15:36

Susan hevði ein tryggan og góðan barndóm í Danmark, har hon vaks upp við foreldrum og trimum systkjum. Mamman er úr Syðradali og giftist dana. Og hóast hon var myrkari enn systkini, helt hon ikki, at hon var petti øðrvísi.

Men ein dagin, tá Susan var úti og spældi, fekk hon eina viðmerking. 

- Eg haldi, eg gekk í triðja flokki, tá onkur segði argandi við meg, at eg og systkini ikki kundu hava sama pápa. Eg svaraði jú, sjálvsagt hava vit tað. Men tá rópar mamma meg inn og fortelur mær, at pápi mín ikki er pápi mín, minnist Susan. Hon minnist eisini, at hon ikki hugsaði stórvegis um tað, tí hon vildi heldur út at spæla aftur.

 

Lítil og eingin kunning um pápan

Kortini var tað ikki heilt gloymt. Og Susan spurdi seg fyri hjá familjuni, tá hon var heima í Føroyum og vitjaði. 

- Tá eg so kom til Føroyar, havi eg prátað eitt sindur við familjuna her heima. Men eingin visti nakað. Og eg spurdi mostur, mammu og onnur, men eingin visti nakað. So gingu nøkur ár, og so spurdi eg aftur, greiðir Susan frá. 

Einasta kunningin, sum Susan fekk, var, at mamman hevði hitt ein amerikanskan hermann í Keypmannahavn í 1963. 

- Pápi mín er amerikanari, føddur og uppvaksin í USA, og hann var so skipaður í starv í Týsklandi, tá hann eitt tíðarskeið vitjaði í Danmark, har hann hevði hitt mammu mína, greiðir Susan frá.

Tá Susan var fødd, hevði mamman roynt at funnið pápan, men uttan úrslit. Hon var sannførd um, at hann hevði givið henni skeivt navn, og so hon gjørdi ikki meira við tað.

Susan Jacobsen. Mynd: Bárður Lydersen

 

Tá børnini komu, reikaðu tankarnir aftur til pápan

Tá Susan flytur heim aftur til Føroya og fær børn, byrja tankarnir aftur at reika aftur til upphavið, sum enn var ókent. Hon royndi eina talgilda DNA-kanning. Men har spurdist einki merkisvert úrslit burtur úr kanningini. Ein dagin, tá Susan hyggur í sjónvarp, gerst hon varug við navnið Brian Hjort, sum hevði hjálpt einari kvinnu at finna papa sín. 

Susan ger av at seta seg í samband við hendan Brian. Tilgongdin var drúgv. Eftir enn eina DNA-kanning og nógv samskifti við ymisk fólk, sum møguliga vóru í familju við Susan, fekk Brian hjálp úr Amerika. Í amerikonskum hernaðarskjølum var funnin ein maður, sum vísti seg at vera pápi Susan. 

- Jú, hann var pápi mín, men hann visti einki um meg. Og tað var hann forharmaður um. 

Susan vísir mynd av familjuni, sum hon fann sum vaksin. Mynd: Bárður Lydersen

 

Credo byrjað aftur

Credo er aftur fastur partur av skránni, og í nýggjasta partinum av Credo er Susan Jacobsen gestur.

Vit hoyra Susan greiða frá sínum uppvøkstri, sínum mongum royndum at finna pápi sín, og hvussu hon loksins fann hann. 

Tú finnur nýggjasta partin, umframt allar aðrar partar av Credo her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477